Lýsingar í útvarpinum

Lýsingar í útvarpinum

Útvarpið kann senda ljóðlýsingar. Hesar lýsingar, ið Kringvarp Føroya tekur ímóti, skulu vera lidnar.

  Senditíð Innlatingarfreist
Mán.-frí. 08:00, 12:15 og 17:55 kl. 10:00 og kl. 14 sama dag
Leygardag 10:00, 12:15 og 17:55 kl. 14:00 fríggjadag
Sunnudag 10:00, 13:55 og 17:55 Fríggjadag kl. 14:00
Halgidagar 10:00, 13:55 og 17:55 Fríggjadag kl. 14:00

 

Ein ljóðlýsing kann í mesta lagi vera 30 sekund. Tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn høvuðstíðindasendingarnar. Ljóðlýsingin kostar 50 krónur pr. sekund og harafturat kemur eitt ómaksgjald á 250,- kr. fyri eina bílleging, sum fevnir í mesta lagi um tíggju lýsingar.

Er talan um eina miðlaætlan, har lýst verður fleiri enn tíggju ferðir, t.d. ymisk tíðspunkt ella bæði í útvarpi og í sjónvarpi, so er avgreiðslugjaldið 950,- kr. Prísirnir eru uttan mvg.

Tøkniligu nágreiningarnar til ljóðlýsingar finnast á hesari leinkju Tøkniligar nágreiningar