Kvørnin

Kvørnin: Stanley No 8
10-09-2020
Ári Rouch, Rannvá Helenudóttir og Ingemar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

No 8 er heiti á nýggjastu fløguni við 69 ára gamla)Stanley Samuelsen, ið er ættaður úr Fuglafirði, men seinastu 50 árini havt bústað í Danmark.

12 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er tikin upp í Nora studio, heima hjá Stanley, í Birkerød, stutt norðanfyri Keypmannahavn.

Upptøkurnar vóru gjørdar í árunum frá 2011 til 2019, og Stanley hevur sjálvur framleitt, ljóðblandað og mastera útgávuna.

Talan er í stóran mun um eitt einmansavrik, tí Stanley Samuelsen spælir eisini nærum øll ljóðførini sjálvur. Einasti tónleikarin afturat Stanley, er vinur hansara Gert Smedegaard, sáli, sum spælir trummir á trimum løgum.

Stanley hevur eisini sjálvur gjørt øll løgini og skriva fimm av teimum tólv tekstunum á fløguni. Janus Djurhuus eigur tríggjar, Hans Andrias Djurhuus, Regin Dahl, Obert Eliasen og Louis Zachariassen eiga hvør sín tekst.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
03-09-2020
Birgar Larsen, Ári Rouch og Jensina Olsen siga sína hugsan um fýra spildurnýggj føroysk stakløg.
27-08-2020
Sunnuva Bæk, Hergeir Eldevig og Rannvá Helenudóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-07-2020
Ári Rouch, Ingmar Mikkelsen og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
16-07-2020
Urd Johannesen, Birgar Larsen og Guðrun Sólja Jacobsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-07-2020
Birgar Larsen, Ingmar Mikkelsen og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
02-07-2020
Ári Rouch, Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
25-06-2020
Ingmar Mikkelsen, Rannvá Helenudóttir og Ólavur Jóanesarson Hansen eru hesaferð ummælarar í Kvørnin, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
18-06-2020
Urd Johannesen, Hergeir Eldevig og Ári Rouch eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
11-06-2020
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Birgar Larsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
04-06-2020
Ári Rouch, Hergeir Eldevig og Ingmar Berg Mikkelsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
28-05-2020
Sunnuva Bæk, Ingmar Berg Mikkelsen og Ólavur Jóannesarson Hansen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
21-05-2020