Kvørnin

Kvørnin: "Diplopia" við Konni Kass
27-10-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

"Diplopia", ið merkir dupultsjón á latín, er heitið á aðru heildarútgávuni við Konni Kass. Plátan varð givin út 5 ár eftir nógv róstu debutútgávuna "Haphe", ið millum annað tryggjaði Konni Kass heiðurin sum ársins nýggja navn á FMA, og Mentannarvirðisløn landsins til ung listafólk, í 2017.

Á nýggju plátuni eru 11 sangir á enskum máli, ið Konni Kass hevur skriva. Upptøkurnar eru gjørdar í Studio Bloch, TAPF Studio, Moremax Studio, The Fold, Dartmouth Place, Eivør's Home Studio og í Støkumørk Innan Glyvur, har sangirnir eisini eru ljóðblandaðir av Jens L. Thomsen.

Tónleikarar á Diplopia eru:

  • Konni Kass, sang, saxofon og eyka keyboards
  • Torleik Mortensen, bass
  • Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur, ásláttur og forritan
  • Knút Háberg Eysturstein, tangentar
  • og Jens L. Thomsen, eyka keyboards og trummuforritan

Teir tríggir, Torleik, Per og Knút, hava spælt við Konni Kass, síðan hon á fyrsta sinni trein á føroyska tónleikapallin til tónleikakappingina Sement í 2015, og teir hava eisini lagt øll løgini til rættis saman við Konni Kass og framleiðaranum, Jens L. Thomsen. Harumframt hevur Sakaris Emil Joensen havt ein fingur við í spælinum á sanginum "Circles".

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024
Mánadagin varð tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har arbeiðsnevndin hjá FMA legði framm ymiskar broytingar í virðislønum og kunngjørdi tey, ið eru tilnevnd .
23-02-2024
"Sig mær okkurt skeivt" eitur fyrsta fløgan við rokkbólkinum Adrenaline. 
15-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Romeo" við Beinir, "Brestis kvæði! við Xperiment og "I Need Your Love" við janus Wiberg.
08-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Allarbesti” við SAKARIS, “Telji upp í hundrað” við Leu Kampmann og “Allan Day” við DJ Fretsting.
01-02-2024
"Imponerandi flott og vakurt yrkingasavn íklætt bæði mjúkar og hvassar tónar og ljóðmyndir", sitat Elin Brimheim Heinesen.
09-11-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Home Tonight" við Lenu Anderssen, "Reasons Unknown" við Lív Næs & Tróndi Enni og "Leið 400" við Lyon Hansen saman við Guðrið Hansdóttir.
02-11-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.
19-10-2023
Guðrun Sólja Jacobsen, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen ummæla heildarútgávuna "Tøgn" við Jógvani Joensen, sum í tónleikahøpi bara nýtir fornavnið, Jógvan.
12-10-2023
Útgávan "Leysir endar" við Anniku Hoydal, er ein røð av sangum, sum hon hevur havt liggjandi sum avlop frá øðrum útgávum, har teir onkusvegna ikki hava passa inn.
05-10-2023