- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin
Skotsmál:
10/10 stjørnum: Birgar Larsen
10/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen
08/10 stjørnum: Ólavur Jóannesarson Hansen
Á plátuni "Tøgn" eru níggju føroysk løg við tekstum, ið nerta við evni sum, tøgn, misnýtslu, angist, longsul og kærleika.
Jógvan Joensen hevur skrivað bæði orð og løg og lagt tónleikin til rættis saman við Tróndi Bogasyni, sum eisini hevur framleitt útgávuna.
Upptøkurnar hava Tróndur Bogason, Jónas Bloch Danielsen og David Elberling staðið fyri. David Elberlig hevur harumframt ljóðblandað og masterað plátuna, sum plátufelagið Tutl gevur út.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikurin trívur í føroyska siðvenju, m.a. við stevi og kvæða kendum løgum, men eisini við tilsipingum til nýggjari, fólkslig rák, sum hava verið partur av føroyska tónleikaumhvørvinum í nógv áratíggju.
Alt er sett inn í ein nýggjan tónlistarligan ham, har akkustisk ljóðføri, kirkjuorgul og gospel kór ganga hond í hond við brúsandi havi, larmandi maskinum og atmosferiskum syntheseizarum.
Vertur er Eyðfinn Jensen.