- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin
"Diplopia", ið merkir dupultsjón á latín, er heitið á aðru heildarútgávuni við Konni Kass. Plátan varð givin út 5 ár eftir nógv róstu debutútgávuna "Haphe", ið millum annað tryggjaði Konni Kass heiðurin sum ársins nýggja navn á FMA, og Mentannarvirðisløn landsins til ung listafólk, í 2017.
Á nýggju plátuni eru 11 sangir á enskum máli, ið Konni Kass hevur skriva. Upptøkurnar eru gjørdar í Studio Bloch, TAPF Studio, Moremax Studio, The Fold, Dartmouth Place, Eivør's Home Studio og í Støkumørk Innan Glyvur, har sangirnir eisini eru ljóðblandaðir av Jens L. Thomsen.
Tónleikarar á Diplopia eru:
- Konni Kass, sang, saxofon og eyka keyboards
- Torleik Mortensen, bass
- Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur, ásláttur og forritan
- Knút Háberg Eysturstein, tangentar
- og Jens L. Thomsen, eyka keyboards og trummuforritan
Teir tríggir, Torleik, Per og Knút, hava spælt við Konni Kass, síðan hon á fyrsta sinni trein á føroyska tónleikapallin til tónleikakappingina Sement í 2015, og teir hava eisini lagt øll løgini til rættis saman við Konni Kass og framleiðaranum, Jens L. Thomsen. Harumframt hevur Sakaris Emil Joensen havt ein fingur við í spælinum á sanginum "Circles".