Kvørnin

Kvørnin: "Can't Hate Myself Into A Different Shape" við Brimheim
02-03-2022
Birgar Larsen, Malan Eyðunsdóttir og Rannvá Helenudóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

"Can't Hate Myself Into A Different Shape" er heiti á fyrstu heildarútgávuni við Brimheim, ið er pallnavnið hjá føroyskt/donsku Helenu Heinesen Rebensdorff.

Brimheim hevur sjálv skrivað teir 11 sangirnar á enskum máli, ið eru á útgávuni, burtursæð frá sanginum "Hey Amanda", ið er skrivaður saman við Søren Buhl Lassen.

Søren hevur eisini hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt og ljóðblandað sangirnar saman við Brimheim, og tað eru eisini tey bæði, ið spæla øll ljóðførini á útgávuni.

Brimheim syngur og spælir guitar, meðan Søren spælir trummir, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver og synth.

Brian Mørk Hansen hevur mastera útgávuna, sum danska plátufelagið W.A.S. Entertainment gevur út.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Sangirnir, ið verða ummældir, eru: "We Both Know" við Tórmóður, "Blátt Myrkur" við Guðrið Hansdóttir og "Passerby" við Elevator Alligator.
02-02-2022
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch ummæla hesaferð "Crossing" við Horrse í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
26-01-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
19-01-2022
Tikið verður saman um tónleikaárið 2021 saman við Ára Rouch, Ólavi Jóannesarson Hansen, Hergeir Eldevig og Ingmar Mikkelsen
31-12-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
01-12-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Holgar Johannesen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
24-11-2021
Ólavur Jóannesarsson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
03-11-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
27-10-2021
Hesaferð eru Rannvá Helenudóttir, Hergeir Eldevig og Birgar Larsen ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
20-10-2021
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla EP'ina "World Out There" við Beinir, sum varð givin út tann 28. maj í ár
06-10-2021
"My Place" við High Moon, "Unicorn" við Ester Skála og "Play the Blame" við Lover Lover verða ummæld í Kvørnini hesaferð
29-09-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ári Rouch ummæla Cazador De Ostras við Teiti í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen er vertur fyri
22-09-2021