Leitisstein

LEITISSTEIN 10.05.2021 (á vitjan í Hoydølum)
11-05-2021
Nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum hava fingið listarligt innivist hjá LISA í Hoydølum. Tey senda ein tónleikadrunn sínámillum í LEITISSTEIN.

Í gomlu Gentukostdeildini og Hjallinum í Hoydølum hevur LISA fingið møguleikan at húsa listafólki. Har húsast í løtuni nøkur av Føroya fremstu tónlistafólkum í einum umhvørvi, sum Harald Fonsdal Johannesen so væl lýsir sum "ein kreativ bumba". 

LEITISSTEIN var á vitjan í Hoydølum við einum tónlistarligum drunni, ið tónlistafólkini sendu sínámillum. 

Luttakarar í sendingini eru Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir, Jens L. Thomsen, Knút Háberg Eysturstein, Guðrið Hansdóttir, Heiðrik á Heygum, Per I. Højgaard Petersen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Marianna Winther Nagata, Harald Fonsdal Johannesen og Vinjar Egilsnes Petersen

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Føroyska super duo'in Einangran eru gestir í LEITISSTEIN, og við sær hava Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum nýggju heildarútgávuna "Vendir vindar"
24-10-2023
Sendingin er reyvhørð og spikahamrandi feit. 200 eru gestir í LEITISSTEIN, og við sær í Studio 4 hava teir nýggju plátuna "Reyvhart"
17-10-2023
Í ár fyllir plátan "Vónin er" hjá Guðruni & Bartali 10 ár, og tað feira tey við stórari konsert og at vitja LEITISSTEIN, har øll plátan verður spæld
10-10-2023
Limirnir í RSP eru gestir í LEITISSTEIN, har farið verður afturum søguna hjá bæði bólkinum og umstríddu sangunum
03-10-2023
"Tøgn" kallast fyrsta heildarútgávan hjá Jógvani Joensen, ið er samvertur í sendingini, har vit bæði spæla sangir av "Tøgn" og sangir, ið Jógvani dámar
27-09-2023
100.000 nýggir sangir koma út á Spotify hvønn dag, og í Leitisstein kanst tú hoyra nakrar av teimum, ið eru spikahamrandi feitir
19-09-2023
Fríggjadagin 15. september gevur Dania O. Tausen út plátuna "ja/nei - og restin av vikuni". Í tí sambandi er Dania gestur í Leitisstein
12-09-2023
Jónas Langgaard, sum spælir tónleik undir navninum nönne, er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann herfyri útgav debutplátuna "Back To U"
05-09-2023
Síðsta sending áðrenn LEITISSTIEN fer í summarfrí er á tremur við spikahamrandi feitum nýggjum tónleiki
01-06-2023
Fitt av rokki er á skránni í sendingini, sum eisini inniheldur nýggja tónleik frá Depeche Mode, Jenny Lewis, Boygenius og øðrum
24-05-2023
SKRAPT kallast nýggi føroyski tónleikafestivalurin, sum verður hildin í Tórsgøtu í Havn í juli. Sunneva Háberg Eysturstein, fyriskipari, er samvertur í sendingini
17-05-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú The Tallest Man On Earth, The National og Jason Isbell
09-05-2023