- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein
Tað byrjaði í 1996 sum eitt ynski hjá Niels Arge Galan, sang & gittar, Uni Árting, trummur & rópikór, og Mikkael Blak, bass & rópikór, um at gera alternativan rokktónleik á føroyskum.
Og í ár, 27 ár seinni, hava teir tríggir í punkrokk-bólkinum 200 júst givið sína sjeyndu plátu, "Reyvhart", út.
Tað eru eisini sjey ár síðani, at 200 gav eina plátu út. Tað var "Reytt Pass" í 2016.
Tann fyrsta plátan hjá bólkinum, "200%", kom út í 2001.
Tað er fyrstu ferð, at 200 eru í Leitisstein.
Njótið sendingina.
>>Sí eisni: Nýggja plátan hjá 200 verður reyvhørð
>>Sí eisini: G!: 200 sparkar enn hart reyv
Studioplátur
2001: 200%
2005: Viva La Republica
2006: Graceland
2009: Stokkhólmssyndromið
2012: Vendetta
2016: Reytt Pass
2023: Reyvhart
Live-pláta
2008: 200 Decibel (Live á Roskilde 2006)
Umframt
1997 Rock í Føroyum 2 / skering 7.
2001 Prix Føroyar 2001 / skering 8.
2002 Tutl 25 ár - Live 2002 / skering 7.