Nýggja plátan hjá amerikanska rokkbólkinum The War On Drugs, "I Don't Live Here Anymore", er tema í sendingini, sum eisini rúmar eitt lítið Jenny Wilson tema
"Ein totalpakke av skyhøg kvalitet" skrivar Sjur Systad Tyssen í sínum ummæli av nýggju plátuni hjá The War On Drugs á heimasíðuni hjá NRK.
6/6 fær "I Don't Live Here Anymore", og tað hevur verið rættiliga gjøgnumsúrgað, at plátan fær góð ummæli. NME gevur henni eisini 6/6, men Gaffa er meira lunkað, 4/6.
Átta sangir av nýggju plátuni verða spældir í sendingini, men har er eisini pláss fyri nýggjum tónleiki frá Billy Idol, Adele, Glass Animals, Lord Huron og øðrum.
Pláss er eisini fyri at spæla tríggjar sangir við svensku Jenny Wilson, ið kemur til Føroya at spæla konsert í vikuskiftinum.