- Tíðindi, mentan og ítróttur
LEITISSTEIN hesaferð er serlig, tí farið er út av Kringvarpshúsinum í Sortdíki í Havn.
Vitjað verður í plátuhandlinum Oceania Records, sum heldur til í einari garasju í Eysturbýnum í Havn.
Tað er Andreas Weihe Madsen, sum eigur og rekur Oceania Records.
Eiler Sørensen, tónleikanørdur og plátusamlari, er við, og konseptið er einfalt: Tónleikurin, sum verður spældur í sendingini, verður funnin á plátuhillunum í Oceania Records.
Knút Háberg Eysturstein hyggur eisini framvið at nørdast um plátur.
HER ERU PLAYLISTIN.
Tak niður
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.
Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.