Leitisstein

LEITISSTEIN 20.09.2022 (Frum)
21-09-2022
"Fløgan snýr seg um at taka ábyrgd og finna útav, hvussu eg komi ígjøgum hetta lívið best møguligt," sigur Jenny Kragesteen, sum spælir undir navninum FRUM, um er samvertur

Jenny Kragesteen, sum spælir tónleik undir navninum FRUM, hevur júst útgivið sína debutplátu, sína frumútgávu, og hon er samvertur í LEITISSTEIN.

Í sendingini tosa vit um tónlistina og plátuna hjá FRUM, men Jenny velur eisini tónleik, ið henni dámar og sum hevur nakað at týða fyri hana.

Ein maraton útgáva av LEITISSTEIN, tí hon táttar í tríggjar tímar, men hon er allar minuttirnar verd.

 

PLAYLISTIN

 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Síðsta sending áðrenn LEITISSTIEN fer í summarfrí er á tremur við spikahamrandi feitum nýggjum tónleiki
01-06-2023
Fitt av rokki er á skránni í sendingini, sum eisini inniheldur nýggja tónleik frá Depeche Mode, Jenny Lewis, Boygenius og øðrum
24-05-2023
SKRAPT kallast nýggi føroyski tónleikafestivalurin, sum verður hildin í Tórsgøtu í Havn í juli. Sunneva Háberg Eysturstein, fyriskipari, er samvertur í sendingini
17-05-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú The Tallest Man On Earth, The National og Jason Isbell
09-05-2023
4. mai gevur Annika Hoydal út plátuna "Leysir endar", og í sendingini eru Annika samvertur, meðan vit spæla flestu sangirnar á nýggju plátuni
03-05-2023
Sendingin er ognað legendariska enska elektropopp-bólkinum Depeche Mode, ið júst hava givið sína 15. plátu út, "Memento Mori", eitt ár eftir at stovnarin Andy Fletcher doyði
26-04-2023
Nógvur nýggjur tónleikur er á skránni, eitt nú frá Beck, Depeche Mode og øðrum
19-04-2023
Heiðrikur á Heygum er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann 4. mars útgav plátuna "Heiðrik Sings The Björk Song Book" við jazzútsetingum av sangum hjá Björk
29-03-2023
Plátuaktuelli Eyði Horsdal er samvertur, har vit spæla allar 16 sangirnar á hansara debutplátu "Songs With Eva", men eisini krydda við tónleiki, ið hevur veitt honum íblástur
22-03-2023
Hans Marius Ziska, oddamaður í bólkinum Marius Ziska, er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann og bólkurin hava givið nýggju plátuna "Rúm" út
15-03-2023
Eiler Sørensen er samvertur í sendingini, nú tað er Spæl føroyskt-vika í útvarpinum. Farið verður inn undir vaðingina í KVF eftir gloymdum føroyskum sangperlum
08-03-2023
Um tú ikki hevur hug at vera partur av teimum hálvgomlu biiibhøvdunum, sum gevast við at lurta eftir nýggjum tónleiki, tá tey eru vorðin 33 ár, so er at lurta her
01-03-2023