Hans Marius Ziska, oddamaður í bólkinum Marius Ziska, er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann og bólkurin hava givið nýggju plátuna "Rúm" út
Fríggjadagin 10. mars útgav Hans Marius Ziska plátuna "Rúm" saman við bólki sínum Marius Ziska. Tað er fimta plátan hjá honum og bólkinum.
Leygarkvøldið 11. mars vann Hans Marius Ziska FMA-heiðurin fyri at hava skrivað ársins lag, "Síggja av nýggjum", saman við Hans Jacob Kollslíð, ið hevur skrivað tekstin.
Og nú er Hans Marius Ziska eisini samvertur í LEITISSTEIN, har vit spæla alla ta nýggju plátuna og krydda hana við tónleiki, ið Hans Marius Ziska sjálvur dámar.