Í sendingini er LEITISSTEIN úti og rullar við Frak Skorastein, sum er lastbilførari og heldur, at tónleikurin í LEITISSTEIN er spikahamrandi vánaligur
Øll eru ikki líka fegin um at hoyra spikahamrandi feitan tónleik í LEITISSTEIN.
Ein teirra er Frank Skorastein, ið er lastbilførari, drekkur hindber-sodavatn og elskar at lurta eftir "Upp á tá", medleys og endurinnspælingum av klassikarum.
Tá Frank enn einaferð hevði gramt seg um LEITISSTEIN á Facebook var bara eitt at gera: LEITISSTEIN fór út at rulla við Skorastein, meðan hann koyrdi skerv millum Hústoft og Boroyavík.