Leitisstein

LEITISSTEIN 27.09.2022 (Trucker Frank)
28-09-2022
Í sendingini er LEITISSTEIN úti og rullar við Frak Skorastein, sum er lastbilførari og heldur, at tónleikurin í LEITISSTEIN er spikahamrandi vánaligur

Øll eru ikki líka fegin um at hoyra spikahamrandi feitan tónleik í LEITISSTEIN. 

Ein teirra er Frank Skorastein, ið er lastbilførari, drekkur hindber-sodavatn og elskar at lurta eftir "Upp á tá", medleys og endurinnspælingum av klassikarum. 

Tá Frank enn einaferð hevði gramt seg um LEITISSTEIN á Facebook var bara eitt at gera: LEITISSTEIN fór út at rulla við Skorastein, meðan hann koyrdi skerv millum Hústoft og Boroyavík.

Tey, sum ikki vita hvar Hústoft og Borðoyavík eru, kunnu finna støðini undir staðarnøvn á kortal.fo.

Burturúr koyritúrinum spurdist hendan serliga "Loaded up and truckin'"- ella "Ud at køre med de skøre"-útgávan av LEITISSTEIN.

Njótið løtuna saman við LEITISSTEIN og Skorastein.

 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Teitur Lassen er komin við í Studio 4 sum samvertur, og í skjáttuni hevur hann tónleik av alskyns slagi. Lurtið. Tað er spikahamrandi feitt
15-02-2023
Grammy vinnararnir 2023 sleppa fram at í sendingini, sum er bæði fjøltáttað og góð
08-02-2023
Sakaris Emil Joensen, sum býr og virkar í Reykjavík, er ein av okkara fremstu popparum og tónleikaframleiðarum. Sakaris er er samvertur nú hann hevur útgivið nýggja EP
02-02-2023
Enn ein spikahamrandi feit sending
25-01-2023
Tvær livandi legendur, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, sum manna Vágaverk/Váðarverk eru samvertir í sendingini
18-01-2023
Enn eitt ár við spikahamrandi feitum tónleiki er farið afturum, og nakrir av mest spældu sangunum í sendingini í 2022 verða spældir
11-01-2023
Deiliga, dugnaliga og fitta Elinborg Pálsdóttir er samvertur í sendingini, sum er spikahamrandi feit, tí Elinborg bæði hugleiðir um sín egna tónleik og velur tónleik hjá øðrum
04-01-2023
Róð verður aftur á alternativa partin av brátt farna tónleikaárinum 2022. Eiler Sørensen er samvertur
28-12-2022
Og tað hendi í teimum døgum, at LEITISSTEIN spældi jólatónleik
22-12-2022
Tað er ungt og øðrvísi og eitt verri tónlistarligt fantilsi, tá Æðrasoppar koma á gátt hjá LEITISSTEIN. Tit hava ikki hoyrt nakað líknandi áður
14-12-2022
Spikahamrandi feit sending við nógvum nýggjum tónleiki, men eisini einari kvøðu til Christine McVie úr Fleetwood Mac
08-12-2022
Ein serlig útgáva av LEITISSTEIN, ið er ognað gudssoninum, Gert Dánjalssyni í Húsinum
01-12-2022