- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríggjadagin 20. januar útgav Sakaris Emil Joensen EPina "Domestik Disko 106".
Í tí sambandi er Sakaris samvertur í LEITISSTEIN, har Sakaris eisini velur tónleik, ið honum dámar.
Allir sangirnir á nýggju EPini verða spældir, men í hesi marathon útgávuni av LEITISSTEIN verður eisini róð aftur á gomlu útgávurnar hjá Sakaris.
Um LEITISSTEIN skal siga tað sjálvur, so er hetta ein spikahamrandi feit sending.
PLAYLISTIN
Tak niður
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.
Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.