Nýggja plátan hjá 200 verður reyvhørð

Nýggja plátan hjá 200 verður reyvhørð
Neyðugt er enn við samfelagsrevsandi tónleiki, og nokk er at tríva í. Tað halda limirnir í punkbólkinum 200, sum eru farnir í upptøkuhølið at taka sína sjeyndu plátu upp
01.03.2023 - 14:53

Í 27 ár hava limirnir í 200 rópt og skrálað um at fáa javnbjóðisrættindi til samkynd, størri samhaldsfesti, og at Føroyar yvirhøvur skulu vera eitt meira modernað og rúmligari samfelag.

Myndir: Bárður Veihe

Teir hava hartað kristnum afturhaldssinni, og Kaj Leo Johannesen og hansara sambandslandsstýrum. 

Men nú limirnir í 200 eru farnir í upptøkuhølið fyri sjeyndu ferð, so kann tað vera torført at fáa eyga á, hvat teir í roynd og veru hava at vera ónøgdir um. 

Støðan í Føroyum í dag er, at samkynd kunnu giftast, og Kaj Leo Johannesen og Sambandsflokkurin sita í andstøðu saman við Jenisi av Rana og Miðflokkinum. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkin, er løgmaður, og so er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, landsstýrismaður í uttanríkismálum. 

 

Ikki trupult at finna íblástur

Hóast tað, so trýtur ikki við íblástur til nýggju útgávuna, ið fer at bera heitið "Reyvhart", halda limirnir í 200. 

"Her er so nógvur fananskapur í landinum, og mutur og alt ólekkurt. Tað er farið undir yvirflatuna. Vit royna at skava í lakkinum," sigur Niels Arge Galan, sangari og gittarleikari. 

200

"Vit lata sum um, at Føroyar eru eitt glansbílæt, og vit eru so gestablíð. Men vit halda altso trælum í pitsmatstovum og sovorðið, men vit eru ordiliga fitt. Vit hava fínar bílar, men um onkur býr undir einari djúpsteikigrýtu, ja, tað leggja vit ikki ordiliga merki til tað."

 

Vildu bara spæla rokk á føroyskum

200 varð stovnaður í 1996. Tað vil siga, at teir í 200 hava spælt saman í 27 ár. 

"Vit vildu bara spæla alternativan og modernaðan rokktónleik á føroyskum," sigur Mikale Blak, ið spælir bass. 

"Tað samfelagskritiska kom av sær sjálvum," leggur Niels Arge Galán afturat. 

Tað eru sjey ár síðan síðstu plátuna, og tað er fýra ár for leingi, halda limirnir í bólkinum. 

"Vit kjakast enn um pláta skal eita Reyvhart. Tónleikurin skal verða reyvharður, og so er tað ein tilvísing til Braveheart. Nógvir sangir eita okkurt við reyv."

 

 

Fakta um 200
200 varð stovnaður í 1996, tá ein samlingsfløga "Rock í Føroyum 2" av ymiskum tónleiki í Føroyum skuldi innspælast.
Navnið kemur av tí, at limirnir í bólkinum eru 200 % fyri loysing.
Limir eru Niels Arge Galán (sang & gittar), Mikael Blak (bass) og Uni Árting (trummur)

Útgávur:

  • 2001 200%.
  • 2005 Viva la Republica.
  • 2006 Graceland.
  • 2008 200 Decibel (Live á Roskilde 2006)
  • 2009 Stokkhólmssyndromið.
  • 2012 VENDETTA!.
  • 2016 Reytt pass
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982