Leitisstein

LEITISSTEIN 15.02.2019 (Lea Kampmann)
19-02-2019
Leonard Cohen, Francis and the Lights, Mazzy Star, Anne Linnet og Bon Iver eru millum annað á skránni, tá Lea Kampmann er samvertur

Dugnaligi ungi sangarin og sangskrivarin Lea Kampmann er samvertur í sendingini. Lea velur tónleik, ið henni dámar, og sum hevur havt nakað at siga fyri hana, meðan Leitisstein spælir tónleik hjá Leu.
Njótið hálvanannan tíman við Kampmann og Leitisstein.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Dugnaliga Døgg Nónsgjógv er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri útgav EP'ina "Døggfallin", sum er fyrsti nýggi tónleikur, ið Døgg gevur út í seks ár
21-11-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni
14-11-2023
20. oktober góvu The Rolling Stones út sína 26. heildarútgávu "Hackney Diamonds", og tað verður feirað í LEITISSTEIN
31-10-2023
Føroyska super duo'in Einangran eru gestir í LEITISSTEIN, og við sær hava Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum nýggju heildarútgávuna "Vendir vindar"
24-10-2023
Sendingin er reyvhørð og spikahamrandi feit. 200 eru gestir í LEITISSTEIN, og við sær í Studio 4 hava teir nýggju plátuna "Reyvhart"
17-10-2023
Í ár fyllir plátan "Vónin er" hjá Guðruni & Bartali 10 ár, og tað feira tey við stórari konsert og at vitja LEITISSTEIN, har øll plátan verður spæld
10-10-2023
Limirnir í RSP eru gestir í LEITISSTEIN, har farið verður afturum søguna hjá bæði bólkinum og umstríddu sangunum
03-10-2023
"Tøgn" kallast fyrsta heildarútgávan hjá Jógvani Joensen, ið er samvertur í sendingini, har vit bæði spæla sangir av "Tøgn" og sangir, ið Jógvani dámar
27-09-2023
100.000 nýggir sangir koma út á Spotify hvønn dag, og í Leitisstein kanst tú hoyra nakrar av teimum, ið eru spikahamrandi feitir
19-09-2023
Fríggjadagin 15. september gevur Dania O. Tausen út plátuna "ja/nei - og restin av vikuni". Í tí sambandi er Dania gestur í Leitisstein
12-09-2023
Jónas Langgaard, sum spælir tónleik undir navninum nönne, er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann herfyri útgav debutplátuna "Back To U"
05-09-2023
Síðsta sending áðrenn LEITISSTIEN fer í summarfrí er á tremur við spikahamrandi feitum nýggjum tónleiki
01-06-2023