- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin
Nicolina av Kamarinum hevur sett sín stóra dám á føroyskan tónleik. Hvør er tónlistaligi arvurin eftir Nicolinu, spyrja vit Óla Jákup Rólantson og Edvard Nyholm Debes, kennarar og fjepparar.
Hvat er eitt gott býarrúm og hvørjar eru stóru avbjóðingarnar í byggilistini í dag? Vit hitta arkitektin og professaran Ellen Braae.
Aktuella framsýningin Brot í Listasavni Føroya hongur uppi heilt til januar komandi ár. Vit tosa við Onnu Mariu Dam Ziska, savnsumsjónarfólk, sum hevur skipað framsýningina.
Og so eydnaðist okkum at fáa eina rættiliga persónliga samrøðu við sangaran og sangskrivaran Mikael Wiehe, tá hann vitjaði í Føroyum í farnu viku. Wiehe gevst nú at framføra tónleik sín, og er í ferð við at siga farvæl til sína áhoyrarafjøld.
Hoyr sendingina her.