Ljóarin

Ljóarin 25. oktober 2022 - dansibandtónleikur og dansibandmentan
25-10-2022
Hvat eyðkennir dansibandtónleik og dansibandmentan? Hesar og aðrar spurningar lýsa vit í samrøðum, tónleiki og frásøgnum

Fyrst í sendingini hitta vit Finnur S. Olsen og Hans Jacob Hjelm, ið báðir eru týðandi aktørar á føroyska dansibandpallinum.
Teimum á baki tosa vit við Heidi Stavrum, professara, ið hevur granskað dansibandmentan og dansibandtónleik, og hevur gjørt drúgva ritgerð um evnið.
Sera nógv fólk høvdu leitað sær í dans í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið, tá ið Finnur S. Olsen, Hans Jacob Hjelm við orkestri, og kenda norska dansibandorkestrið Ole Ivars spældu. Vit vóru á staðnum, har ið vit tosaðu við fleiri av gestunum.
Eisini loddaðu vit dýpið í Losjuni í Gøtu, har ið fólk, ið elska at dansa, hittast hvørt fríggjakvøld at dansa afturvið tónum frá Upp á tá.
At enda í sendingini skifta vit orð við sangaran, bassistin og sangskrivaran, William Kristoffersen úr Ole Ivars. Og hann sigur okkum eitt nú søguna um ein hin kendasta dansibandsangin yvirhøvir, Jag trodde änglarne fanns.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023