Ljóarin

Stuttligt at skapa ein nýggjan og øðrvísi heim, sum onnur kunnu sleppa inní
10-11-2022
Tað sigur Elin Michelsen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Vanvarði", sum er onnur bókin í røðini um huldugentuna Tóru.

- Eg havi altíð havt sera gott hugflog, og havi tað enn, sigur Elin Michelsen, sum júst hevur givið út aðru bókina í røðini um huldugentuna Tóru. Bøkurnar eru nakað so sjáldsamt sum uppruna føroyskar ungdómsfantasybøkur, sum taka støði í føroysku náttúruni og søgunum um huldur.

Elin Michelsen hevur altíð dámað og lisið nógvar fantasybøkur, og úr teimum fær hon íblástur. Men drívmegin at skriva er eisini at sleppa at skapa ein nýggjan og gandakendan heim, sum onnur kunnu sleppa inní.
- Sum barn og ung ímyndaði eg mær mangan, at eg hoyrdi heima í einum øðrum, gandakendum heimi, og tí er tað sera stuttligt, at eg nú kann brúka mítt hugflog til at skapa ein øðrvísi heim, har lesarin kanska kennir seg heima", sigur Elin.

Í "Varvarða" sleppur lesarin longri inn í gandaheimin og lívið á hulduskúlanum, men lesarin fær eisini betri innlit í kenslulívið hjá høvuðspersóninum Tóru og vinfólki hennara, sum øll eru tannáringar.
- Fantasybøkur venda sær ofta til ung, og tað er helst eisini tí, at eg skrivi til ung. Men tannáringaárini høvdu eisini serligan týdning fyri meg, tí eg m.a. fann útav, at eg hevði eina rødd, sum eg kundi brúka. Eisini havi eg húsini full av tannáringar beint nú, og tí er tað lætt hjá mær, at liva meg inn í teirra lív, vísir Elin á.

Lurtið eftir samrøðuni við Elina, har hon greiðir frá nýggju bókini og tað at skriva fantasybøkur til ung.

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Edward og nýggju steinprentini. Mie og fría flogið. Og eina lítla føðingardagsheilsu til Mikael Wiehe.
13-04-2023
Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár
05-04-2023
Nýggja føroyska teknirøðin "Tann óveruliga verðin hjá Aldu". Framsýningin Kjøt hjá Heiðriki á Heygum
30-03-2023
Nýggj skaldsøga hjá Katrini Ottarsdóttir. Til ljóðroynd hjá Stanley Samuelsen.
28-03-2023
Vit tekna eina vangamynd av Herborg Torkilsdóttir, og Sigurd Barret fer á pallin saman við Føroya Symfoniorkestri
23-03-2023
Sangleikurin Shrek í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vit minnast listarmannin Helga Joensen, og Speaking in Tongues eftir Hansinu Iversen
22-03-2023
Gomlu læknahúsini í Klaksvík, Boris Andrianov í Finsen, og Elin Løkin lesur egna yrking
21-03-2023
Føroya Symfoniorkestur fyllir 40 ár
16-03-2023
Oscar og Pritzker virðislønirnar
15-03-2023
Føroysk bókmentasøga 2 komin. Heiðrikur syngur Bjørk.
14-03-2023
Sólrún Michelsen, rithøvundur, 75 ár
09-03-2023
Kvinnurættindi úr altjóða sjónarhorni og kvinnur og bókmentir
08-03-2023