Ljóarin

Ljóarin 11. januar 2023
11-01-2023
Vit skifta orð við Maritu Dalsgaard um tað, sum landsstýri hevur sett út í kortið um mentanarpolitikk, og vit ummæla Skúlan við Streymin úr arkitektoniska sjónarhorninum

Í samgonguskjalinum hjá nýggja landsstýrinum eru tvær síður, sum snúgva seg um mál, mentan og list.
Og í dag skifta vit orð við Maritu Dalsgaard, forkvinnu í Listafólkasambandi Føroya, um tey fyribils fáu orð, sum nýggja landsstýrið hevur sett út í kortið á mentanarøkinum.
Fleiri nýggir skúlar eru bygdir um landið, og ein teirra er Skúlin og Ítróttarhøllin við Streymin, sum Brim Arkitektar hava teknað.
Vit skifta orð við skúlastjóran, Sonna Djurhuus, og Páll Holm Lave og Magnus Magnussen frá Brim Arkitektum, og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, umrøða og ummæla vit Skúlan við Streymin.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Edward og nýggju steinprentini. Mie og fría flogið. Og eina lítla føðingardagsheilsu til Mikael Wiehe.
13-04-2023
Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár
05-04-2023
Nýggja føroyska teknirøðin "Tann óveruliga verðin hjá Aldu". Framsýningin Kjøt hjá Heiðriki á Heygum
30-03-2023
Nýggj skaldsøga hjá Katrini Ottarsdóttir. Til ljóðroynd hjá Stanley Samuelsen.
28-03-2023
Vit tekna eina vangamynd av Herborg Torkilsdóttir, og Sigurd Barret fer á pallin saman við Føroya Symfoniorkestri
23-03-2023
Sangleikurin Shrek í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vit minnast listarmannin Helga Joensen, og Speaking in Tongues eftir Hansinu Iversen
22-03-2023
Gomlu læknahúsini í Klaksvík, Boris Andrianov í Finsen, og Elin Løkin lesur egna yrking
21-03-2023
Føroya Symfoniorkestur fyllir 40 ár
16-03-2023
Oscar og Pritzker virðislønirnar
15-03-2023
Føroysk bókmentasøga 2 komin. Heiðrikur syngur Bjørk.
14-03-2023
Sólrún Michelsen, rithøvundur, 75 ár
09-03-2023
Kvinnurættindi úr altjóða sjónarhorni og kvinnur og bókmentir
08-03-2023