Ljóarin

Ljóarin 25. januar 2023
25-01-2023
Vit tosa við Hansinu Iversen um eitt nú hennara komandi serframsýning, og saman við Alberti Isfeld ummæla vit Fuglafjarðar skúla úr arkitektoniska sjónarhorninum

Fýra av kendastu myndlistafólkunum í landinum - Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð hava í hesum døgum felagsframsýning í Steinprenti.
Vit tosa við Hansinu Iversen, listakvinnu, sum hevur kuraterað framsýningina, og vit spyrja millum annað, hvat hon leggur dent á, tá ið hon skipar eina framsýning saman við verkum hjá ymiskum listafólkum. Eisini skifta vit orð við Hansinu um hennara komandi serframsýning.
Fleiri nýggir skúlar eru bygdir um landið, og ein teirra er Skúlin og Ítróttarhøllin í Fuglafirði, sum MAP-Arkitektar hava teknað, og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, hava vit vitjað nýggja skúlin. Eisini skifta vit orð við Rønn Eliasen, mentanarleiðara í Fuglafjarðar kommunu, Berlys Toftadal, skúlastjóra, og Heidi Poulsen og Rúna Abrahamsen frá MAP-Arkitektum, sum hava teknað nýggja skúlan.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Edward og nýggju steinprentini. Mie og fría flogið. Og eina lítla føðingardagsheilsu til Mikael Wiehe.
13-04-2023
Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár
05-04-2023
Nýggja føroyska teknirøðin "Tann óveruliga verðin hjá Aldu". Framsýningin Kjøt hjá Heiðriki á Heygum
30-03-2023
Nýggj skaldsøga hjá Katrini Ottarsdóttir. Til ljóðroynd hjá Stanley Samuelsen.
28-03-2023
Vit tekna eina vangamynd av Herborg Torkilsdóttir, og Sigurd Barret fer á pallin saman við Føroya Symfoniorkestri
23-03-2023
Sangleikurin Shrek í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vit minnast listarmannin Helga Joensen, og Speaking in Tongues eftir Hansinu Iversen
22-03-2023
Gomlu læknahúsini í Klaksvík, Boris Andrianov í Finsen, og Elin Løkin lesur egna yrking
21-03-2023
Føroya Symfoniorkestur fyllir 40 ár
16-03-2023
Oscar og Pritzker virðislønirnar
15-03-2023
Føroysk bókmentasøga 2 komin. Heiðrikur syngur Bjørk.
14-03-2023
Sólrún Michelsen, rithøvundur, 75 ár
09-03-2023
Kvinnurættindi úr altjóða sjónarhorni og kvinnur og bókmentir
08-03-2023