- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Ásla Breyt Danielsen er 33 ár, uppvaksin í Oyndafirði, fødd og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgving hárfríðkari og starvast dagliga sum leiðari í egnu fyritøkuni Wauw. Harumframt er Ásla ávirkari ella influensari við meir enn 8400 fylgjarum á Instagram.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Ásla frá síni lívsleið, eins og prátað verður nærri um nakrar av persónligu frásøgnunum og filmunum, sum Ásla hevur lagt út á Instagram og Facebook.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)