Góðan morgun Føroyar

Koronulæknin hevur fingið smittuna
04-10-2021
- Hevði eg ikki fingið koppsetingina, var eg ivaleyst verri fyri nú, enn eg eri, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, sum hevur fingið koronu.

- Hetta er sum eitt vanligt forkølilsi beint nú.

Soleiðis sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, sum hevur fingið staðfest koronu.

Í drúgva tíð hevur Marnar Fríðheim Kristiansen javnan verið í fjølmiðlunum og greitt frá koronu og um týdningin av, at fólk lata seg koppseta. Men hóast koppsettur, so hevur korona nú rakt hann.

- At eg havi fingið koronu, merkir als ikki, at eg ikki fái gagn av koppsetingini, tí hóast eg eri blivin smittaður, so blívi eg ikki álvarsliga sjúkur. Og tað er koppsetingini at takka, heldur Marnar Fríðheim Kristiansen fyri.

Sjálvur veit hann, júst hvussu hann er smittaður.

- Eg var saman við fólki, sum seinni fingu staðfest koronu, og tí lat meg meg kanna, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, sum higartil ikki merkir til nógv annað enn eitt vanligt forkølilsi.

Í morgunsendingini fortaldi hann um sína heilsustøðu, og hvat hann fer at takast við teir næstu dagarnar, meðan hann er í sóttarhaldi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Dubai sjokolada, veðrið, proteinískoyti, kend fólk búsetast á Velbastað, bók um uttanríkispolitikk og Føroyar
01-04-2025
Veðrið, tollur, dj mentan
31-03-2025
Kakumiks, veðrið, bókmentakanon, kapping, beinleiðis bluestónar
28-03-2025
Kondittaríið, veðrið, søgutáttur, gentur U17, Starlight
27-03-2025
Endurnýtsla av gaggum, veðrið, vitlíki og matgerð, Adolescence og heilsufrøðingurin
26-03-2025
Veðrið, móðurmálsdagur, fantasilið, vælferðartøkni
25-03-2025
Veðrið, tann góða samrøðan, heiðurslønt masterútbúgving
24-03-2025
Veðrið, yrkingar, kenslulig krøv, kapping, FMA
21-03-2025
19.03.2025
19-03-2025
Veðrið, inklusjón í fólkaskúlanum, PAZ, nýtt neyst
18-03-2025
Veðrið, nýggjur sangur um ringrás og træbátur í Grønlandi
17-03-2025
Hoyr alla sendingina
14-03-2025