- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kallið

Uni Næs er útbúgvin guðfrøðingur frá lærda háskúlanum í Árhus. Hann hevur verið prestur í Vesturkirkjuni, Vestmanna og Fuglafirði. Hann hevur verið dómpróstur í nøkur ár, men hevur lagt frá sær.
Uni hevur havt stóran áhuga fyri tí felagskirkjuliga, hetta at vit eru "ikki eins, men eitt". Krossurin er miðpunktið fyri tí kristna menniskjanum.
Uni hevur stóra familju, sum hann virðismetir sera nógv og sum hann nú hevur stundir at verða meiri saman við.

Kallið
Kallið varpar ljós á prestar í fólkakirkjuni. Hvørji eru hesar kvinnur og menn? Og hvat var tað, sum gav teimum íblástur at lesa gudfrøði? Hvussu var lesturin, og vóru ávísar ella serstakar avbjóðingar? Hvat skrivaðu tey um í serritgerðini? Aftan á loknan lestur, hvussu var at fara í starv? Og hvussu við kallinum?











