- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í ítrótti

Tað kann verða trupult at fáa familjulív og ítrótt á høgum stigi – til dømis í liðbóltspølum – at passa saman. Kanning, sum var gjørd í Hollandi í 2024, vísir, at tað er næstan tvífalt so sannlíkt, at kvinnur gevast við ítrótti, tá ið tær verða mammur, sum at menn gevast, tá ið teir verða pápar. Í sendingini verður tosað við hondbóltsspælaran Duritu Christophersen Jojic og fótbóltsspælaran Maibritt Olsen, sum báðar hava familju við trimum børnum og framvegis íðka ítrótt á høgum stigi. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti
Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.





