- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Um vikuskiftið rann Hallur Holm 223,5 kilometrar upp á 24 tímar, sum er met. Vit práta við Hall um at fara um síni egnu mørk, um víðgongda renning, og hvat tað er, sum drívur verkið.
Vit hitta eisini Jóannu Djurhuus og Oyvind av Skarði. Tey greiða frá, hvussu vit kunnu økja um framleiðsluna av landbúnaðarmatvørum her heima. Skipað verður fyri verkstovu um evnið í vikuskiftinum.
At enda í sendingini hoyra vit tað nýggjasta frá Country- og bluesfestivalinum í Sørvági, sum longu er byjaður.
Hoyrið sendingina her

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.