- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Fólk flest kenna sangin Thriller hjá Michael Jackson, ið er heitslagið á mest seljandi plátuni nakrantíð. Men hvørjar aðrar sterkar plátur eru, sum hava serstakliga sterk heitisløg. Hetta gevur Plátupanelið sítt boð uppá í 33. útgávuni av sendingini. Í panelinum sita Urd Johannesen, Eiler Sørensen og Fróði Løkságarð. Vertur er Uni Leitisstrein Hansen.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











