- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin

Í dag er fyrsti parturin, har David er aftur sum vertur í Repopplikkini. Bjørk tekur sær eina væl fortjenta pausu, nú hon hevur koyrt á einsamøll í meiri enn tveir mánaðir.
David er tó ikki einsamallur, hann fær vitjan av Hera Danielsen, ið er sangari í bólkinum Daniel, og Daniu O. Tausen. Tey bæði sungu seg víðari til finaluna í 2. umfari av Sement.
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir vitjar eisini, hon hevur verið vertur á live stroymingini av Sement, sum Bitt hevur staðið fyri.
At enda var ein samrøða eisini við Guðrið Hansdóttir, ið prátaði um sína nýggju fløgu, Gult Myrkur, og hennara útgávu konsert. Lurtið við!!

Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik