- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svik á netinum

Fleiri føroyingar hava upplivað kærleikssvik á netinum. Kærleikssvik er, tá svikarar royna at fáa fólk at trúgva, at tey hava funnið eitt persónligt ella romantiskt samband á netinum. Men í veruleikanum er endamálið hjá svikaranum at misbrúka álit og kenslur fyri at fáa pengar, gávur ella aðrar fyrimunir.
Hetta hevur fingið fleiri stovnar at reagera, millum annað Talgildu Føroyar, sum havt eitt átak fyri at varpa ljós á trygd á netinum. M.a. løgdu tey søguna út um Paula, sum er vorðin lumpaður.
Svikarar arbeiða soleiðis, at tær brúka nógva tíð at byggja upp álit og samband og fara málrættað eftir persónum, tá talan er um kærleikssvik. Í hesum partinum hoyra vit eina persónliga søgu um ein mann, sum hevur upplivað kærleikssvik. Tað byrjaði sum ein óskyldig samrøða á Messenger, men aftaná eina tíð hevði daman brúk fyri hjálp. Tá var maðurin vorðin góður við hana og kom í eina tvístøðu.
Í sendingini hevur Talgildu Føroyar fleiri góð ráð, tá tað kemur til at ferðast trygt á netinum. M.a. kann nevnast: Ver skeptisk/ur, tá tú ert á netinum. Um nakað ljóðar ov gott til at vera satt, so er tað tað ofta eisini. Flyt ongantíð pengar ella gev upplýsingar til fólk ella fyritøkur, sum tú ikki kennir ella ikki hevur álit á. Minst til at tosa við onkran, áðrenn tú tekur eina avgerð – tað kann spara tær bæði pengar og trupulleikar.

Svik á netinum
Svik á netinum er sending í tveimum pørtum um íløgusvik og kærleikssvik. Vit hoyra bæði søgur frá fólki, sum eru vorðin snýtt, og frá bankafólki og Talgildu Føroyum, sum geva góð ráð um trygd á netinum.
Jákup Dahl leggur til rættis.

