- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Við í kjakinum á Vágskál nr. 100 eru Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Sanna Klein, bókmentafrøðingur, og Hans Jacob Kollslíð, ummælari og yrkjari.
Malan Marnersdóttir og Sanna Klein halda, at føroyskar bókmentir eru í menning, tí sera nógv kemur út í Føroyum. Hans Jacob Kollslíð heldur, at ein ávís kreppa valdar mentanarliga, tí enskt trýstir føroyskt so nógv.
Í 100 Vágskálum eru síðan 6. september 2023 ummæltar akkurát 80 bøkur. Í sendingunum hava verið ummælt 18 yrkingasøvn, 17 vanligar skaldsøgur, 13 søgubøkur, 12 ævisøgur, seks yrkisbøkur, fýra krimiskaldsøgur, fýra ungdómsskaldsøgur og fýra stuttsøgusøvn.
Hetta er nógv størri rúgva, enn vit kenna frá fyrr, vísir Malan Marnersdóttir á.
Hon nevnir, at frá 1970 til 1983 komu 17 skaldsøgur út, og frá 1991 til 1998 komu eisini 17 skaldsøgur út. Í dag er nógv títtari millum útgávurnar, og tað kemst kanska av, at kappingar hava skundað undir skaldsøguskrivingina, sigur hon.
Øll trý eru tey samd um, at kappingar hava havt góða ávirkan á skrivihugin hjá fólki, eisini í sambandi við stuttsøguskriving. Tey eru eisini nøgd við útboðið av føroyskum yrkingasøvnum.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
