- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars.
Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð?
Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin".
Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajournalist, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers".
Gunver Lystbæk Vestergård er kandidat í journalistikki og hevur eina ph.d. í vísindasamskifti. Hon arbeiðir sum journalist á Weekendavisen, har hon millum annað skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðing og vísindasøgu.

Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.











