- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samfelag
Fasti Gerðarrættur hevur viðgjørt kæruna hjá lønardeilduni sum skundmál, og hevur givið sjúkrarøktarfrøðingunum viðhald
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur við útvarpið, at málið verður viðgjørt sum skundmál, og at hann væntar at fáa ein úrskurð í dag.
Fríggjadagin boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá arbeiðs steðgi, og í gjár boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kallaðu álitisfólkini inn til kunnandi fund kl 13.00 í dag. Á fundinum varð kunnað um samráðingarnar.