Meg minnist

Meg minnist: Pætur Rasmussen (4:4)
31-01-2021
Jógvan Arge hittir Pætur Rasmussen á Skála. Fjórða og seinasta sending

Pætur Rasmussen tók ímóti evropeiskum ríkfólkum, sum komu til Grønlands við Concorde-flogfari úr Paris. Úr Streymfjørðinum varð farið at uppliva ísfjøll og midnáttarsól. Hetta datt burtur, tá flogfarið fórst.

Pætur stongdi í 2002 sítt Greenland Incoming. Hann hevði bara verið eina løtu við hús, tá stjórin í Atlantsflog ringdi. Dagin eftir var Pætur í starvi har. Fyrst leiðari á støðini, og hann hevði síðani við tilrættalegging og leigu at gera.

Leiguflúgving gjørdist stórur partur av virkseminum. Pætur heldur, at tey góðu viðurskiftini hjá Atlantic Airways við kundar uttanlands stóðust av, at starvsfólkini vóru fyrikomandi.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. triðja sending
08-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Onnur sending
18-12-2022
Jógvan Arge hittir Max Weihe av Selatrað, sum býr á Kambsdali. Fyrsta sending
11-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági 5. og seinasta sending.
04-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 4. sending.
27-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 3. sending.
20-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 2. sending.
13-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 1. sending.
06-11-2022
Jógvan Arge hittir Regin Joensen undir Gøtueiði.
30-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Seinna sending.
23-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Fyrra sending.
16-10-2022
Jógvan Arge hittir Steinbjørn Jakobsen í Klaksvík um eitt nú tíðina, hann spældi við KÍ.
09-10-2022