Meg minnist

Meg minnist
12-12-2021
Jógvan Arge hittir professaran Maluna Marnersdóttir í Havn. 1. sending.

Barna- og ungdómsárini fjakkaði Malan Marnersdóttir millum Føroyar og Danmark. Pápin, Marner Simonsen, var stundum í starvi í Danmark og stundum í Føroyum. Hann var lækni og ættaður úr Havn. Mamma hennara, sum varð nevnd Annedukk, var av Godtfred-fólkinum í Vági. Tey búsettust í Havn, tá Marner fekk starv sum yvirlækni. Malan fór í 2. real í Hoydølum, har hon tók hon mate-matiskt studentsprógv í 1971. Síðani las hon franskt í Århus og norðurlendskt í Keypmannahavn. Hetta var, tá kvinnurørslan í Norðurlondum tók dik á seg. Malan var virkin í hesi rørslu.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. triðja sending
08-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Onnur sending
18-12-2022
Jógvan Arge hittir Max Weihe av Selatrað, sum býr á Kambsdali. Fyrsta sending
11-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági 5. og seinasta sending.
04-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 4. sending.
27-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 3. sending.
20-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 2. sending.
13-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 1. sending.
06-11-2022
Jógvan Arge hittir Regin Joensen undir Gøtueiði.
30-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Seinna sending.
23-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Fyrra sending.
16-10-2022
Jógvan Arge hittir Steinbjørn Jakobsen í Klaksvík um eitt nú tíðina, hann spældi við KÍ.
09-10-2022