Meg minnist

Meg minnist - VIberg Sørensen (2:5)
13-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 2. sending.

Kongligi handilin virkaði á Tvøroyri í nøkur fá ár frá 1836 til 1856. Hans Georg Thomsen keypti hendan handil, og skjótt fór Jóhan Mortensen undir egnan handil. Handlarnir mentust og løgdu seg eisini eftir fiskivinnu. Nú var møguleiki hjá monnum at fáa skipskjans og konufólk kundu fáa arbeiði í fiski. Sum fráleið mentist Tvøroyri til eina virksama og stóra bygd. Ein máti hjá hand-lunum at fíggja skip var at læna pengar frá bóndunum. Tann fyrsti stóri býlingurin við Tvørá var Valurin, har fólk, sum fluttu til bygdina, settu seg niður. Forfedrar hjá Viberg Sørensen fluttu bæði úr Víkarbyrgi og úr Dali til Tvøroyrar og Trongisvágs.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. triðja sending
08-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Onnur sending
18-12-2022
Jógvan Arge hittir Max Weihe av Selatrað, sum býr á Kambsdali. Fyrsta sending
11-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági 5. og seinasta sending.
04-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 4. sending.
27-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 3. sending.
20-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 2. sending.
13-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 1. sending.
06-11-2022
Jógvan Arge hittir Regin Joensen undir Gøtueiði.
30-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Seinna sending.
23-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Fyrra sending.
16-10-2022
Jógvan Arge hittir Steinbjørn Jakobsen í Klaksvík um eitt nú tíðina, hann spældi við KÍ.
09-10-2022