- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mono
Black Birds er ein hin elsti virkni tónleikabólkurin í Føroyum. Bólkurin varð stovnaður í 1974 av tvíburðunum Árna og Marnar Andreasen saman við Óskar Eiriksson.
Skúlavinirnir, Ingvard Johannesen á guitar og Andreas Mouritsen á bass, vóru við tey fyrstu trý árini. Fleiri og skiftandi tónleikarar hava spælt við Black Birds ígjøgnum tíðirnar, men Johan Petur Andreasen, Heini Sivertsen og Ronni Nielsen hava verið við tey flestu árini.
Aðrir solo-gittaristar hava verið Ennur Lamhauge, Ian Leyni og Hildibjartur Hansen. Bass leikarar vóru eisini Christian Andreasen, Gunnar Breckman, Jákup Suni Joensen og Pauli Magnussen. Poul Hansen hevur spælt orgul, og Jákup Olsen er fyri tíðina bass leikari í Black Birds.
Karismatiski oddamaðurin og sangarin, Marnar Andreasen, andaðist tann 18. februar 2017, bert 57 ára gamal. Men hóast tað, hava svørtu fuglarnir ikki givið skarvin yvir, og bólkurin Black Birds spælir enn javnan til dans í Føroyum.
Eyðfinn Jensen hevur lagt til rættis.