Útsjoraðir bilar í haganum við Oyggjarvegin

Ein heldur óvanlig sjón møtti teimum, ið fóru sær ein túr eftir Oyggjarvegnum í morgun. Í haganum við sjálvan vegin stóðu tveir smærri, útsjoraðir bilar. 

Sambært vakthavandi á politistøðini, so eru bilarnir ikki stolnir, og eigararnir hava fingið boð um at koma eftir teimum. 

Út frá myndum, so mugu bilarnarir allarhelst sleipast. 

Staðið, har bilarnir stóðu, verður brúkt til at koyra við ATV'um og motorsúkklum, men lítlu bilarnir, ið stóðu har í morgun, eru als ikki egnaðir til koyring í tílíkum lendi. 

 

Myndirnar tók Jens Jákup Hansen.

Er kopiera