Sí myndirnar: Vit eru umborð á Norrönu

Myndir Bjarni Árting Rubeksen

Stjórin vísti runt, tá Útvarpið var á vitjan í morgun. Umvælingin og útbyggingin av Norrönu hava tikið tíggju vikur. 

Longu í móttøkuni eru umvælingarnar eyðsæddar. Á høvuðsgongini eru smáir klivar settir upp til ferðafólk at fara í, so tey kunnu vera fyri seg sjálvi. "Hesin møguleikin hevur manglað," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line. 

Allir veggirnir eru prýddir við gomlum myndum og søgum úr Føroyum, Íslandi og Danmark. "Myndirnar og tekstirnir siga søguna um støðini, vit sigla til og frá," greiðir Rúni Vang Poulsen frá. 

Koronureglurnar umborð á Norrönu eru rættiliga strangar. 

Matstovan Nóatún.

Gamla "Naustið" er umdoypt til "Undirhúsið", og fyrsti partur er blivin eitt bókasavn við lesikrókum. 

Ein lesikrókur í "Undirhúsinum". 

Ein søgulig mynd av Norrönu, sum hon sá út, áðrenn hon varð umbygd. Myndin hongur í tí partinum, sum er um- og útbygdur.

Fína matstovan, sum fyrr æt "Simmer Dim", eitur nú "Munkastova". "Maturin hevur ótrúliga stóran týdning, tí fólk skulu eta væl, meðan tey eru við Norrönu. Vit eru errin av "Munkastovu", sum verður roknað sum ein av bestu matstovum í kongsríkinum, sambært "Den danske spiseguide"," staðfestir Rúni Vang Poulsen. 

Nýggja kafistovan/barrin "Laterna Magica", sum er á nýggja Dekki 10, ið er ovast á skipinum. "Vit hava manglað eitt sovorðið høli, sum fólk kunnu slappa av í, og njóta framúrskarandi útsýnið."

Í sambandi við, at Norröna er liðug og er farin aftur í sigling, sluppu starvsfólk hjá Smyril Line og familjur teirra at síggja umbygda skipið.

Óli Hammer, fyrrverandi stjóri í Smyril Line, sum í síni tíð stóð fyri at fáa bygt Norrönu, saman við konuni, Marthu, og Petur av Vollanum, skipara. 

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line. 

Útsýnið frá nýggja Dekki 10, sum fer út um lúnningina, er framúrskarandi. Úr vindeygunum sæst beint niður.

Nógva virksemið á kaiini, sæð úr "Laterna Magica"

Innrættingin leggur seg eftir einum norðulendskum sniði. 

Hevur tú hug at ferðast ordiliga væl, so eru ráð fyri tí. Tvær nýggjar suitur eru umborð. 

Umframt báðar suiturnar, eru eisini 48 kømur komin aftrat.

Fleiri av nýggju kømrunum eru av fínara slagnum. "Stórur eftirspurningur er eftir hesum kømrunum," sigur Rúni Vang Poulsen. 

Er kopiera