Sí myndirnar: Kirkjuráðsval

Í Vesturkirkjuni eru flest valevni at velja millum, tí har stilla 14 fólk upp. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

36.280 limir eru í fólkakirkjuni og 28.053 teirra hava valrætt. Í Vesturkirkjuni verður valt í kirkjuni, sum eisini er tað mest vanliga kring landið.

Kirkjuráðsval er fjórða hvørt ár. 238 valevni stilla upp hesaferð.

Fyrstu fólkini, sum skuldu velja í Vesturkirkjuni, møttu stundisliga klokkan 10.

Tey 14 valevnini í Suðursteymoyar vestara prestagjald, ið Vesturkirkjan hoyrir til.

Valstøðini hava opið til klokkan 20 í kvøld.

Stóra útbrotið av koronusmittuni setir eisini sín dám á kirkjuráðsvalið, tí mælt verður til, at fólk halda frástøðu og spritta væl, og so vóru nógv í masku.

23 kirkjusóknir eru í Føroyum, har alment val verður.

Er kopiera