Myndareportasja: USS John Warner í Nólsoyarfirði

USS John Warner er av sama slagi sum kavbáturin USS Indiana, ið var í Nólsoyarfirði fyri sløkum tveimum vikum síðani.

Talan er um kjarnorkuriknar kavbátar.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Jákup Alberg Berg og manning høvdu fingið til uppgávu at føra sjúka mannin av kavbátinum og til lands. 

Til endamálið varð ein rip-bátur brúktur, so tað var gjørligt at sleppa heilt tætt upp at stóra amerikanska kavbátinum.

Samskiftið var ein týðandi liður í at tiltakið í sambandi við sjúkraflutningin av USS John Warner hepnaðist væl. 

Veðrið var gott, men hóast tað, so kravdi tað eina trygga hond á róðrinum. 

Elsa Berg, dóttir Jákup Alberg, samskiftir við skiparan umborð á USS John Warner. 

USS John Warner er av slagnum Virgina-class, men er tann fyrsti kavbáturin av sínum slagi, sum er uppkallaður eftir einum persóni, nevniliga John Warner, ið var amerikanskur løgfrøðingur og politikari. 

Elsa Berg ger endan kláran. 

Ein ætlan verður løgd fyri, hvussu tað er skynsamast at nærkast USS John Warner. 

USS John Warner er 114,9 metrar langur og 10,3 metrar breiður. 

Nakað av aldu var í sjónum. 

USS John Warner stóð liðugur í september 2014, men longu nú sæst nógv slit á kavbátinum. 

Manningin umborð á USS John Warner ger klárt til, at sjúki maðurin kann fara av kavbátinum. 

Endin verður blakaður umborð á amerikanska kavbátin. 

Jákup Alberg Berg samskipar tiltakið. 

Sjúki maðurin verður førdur umborð á rip-bátin. Ein av manningini er í froskmannaklæðum í fall, at onkur fer niður ímillum. 

Maðurin, ið skuldi førast til lands, er komin umborð á rip-bátin í øllum góðum. 

Elsa Berg var við til at samskipa sjúkraflutningin av USS John Warner. 

Leytarin er fingin umborð aftur á USS John Warner. 

Sjúki maðurin, og ein annar av manningin, ið fylgdi við honum, vórðu førdir til lands og koyrdir á Landssjúkrahúsið. 

Er kopiera