Í myndum: Rýtmugrafi

Dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensemble sýna fram nýtt pallverk í Norðurlandahúsinum í Havn í dag. Føroya Slagverks Ensemble er mannað við Rúna Mouritsen, Ára Berghamar Danielsen, Helenu S. Lamhauge og Jan Rúna Poulsen. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Pallverkið, ið ber heitið Rýtmugrafi, er ein eksperimenterandi samanseting av rørslu og rýtmu. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Í verkinum verður granskað í hvussu hesi, rýtma og røsla, kunnu virka sum samansettir listaligir miðlar á palli. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

RIVA eru Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

"Søguforteljing hevur verið miðdepilin í verkunum seinastu tvey árini, men hesuferð verður farið undir ein abstraktan leist, har granskað verður, hvussu rørsla og rýtma kunnu virka sum javnsettir listaligir miðlar á palli," siga listafólkini. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Ynskið við "Rýtmugrafi" hevur verið at skapa ein felags puls millum tónleikarar, dansarar og áskoðarar. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

"Rýtma er bæði poetisk og rørandi; hon kann vekja sterkar kenslur og skapa eitt upphevjað sinnisrúm, har vit eina stokkuta løtu gloyma okkum sjálvi - um vit tora at sleppa takinum," greiða tey í RIVA frá.  (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Málið er, at verkið fer at røkka einum breiðum áskoðaraskara - bæði teimum, ið hava áhuga fyri klassiskum og eksperimenterandi tónleiki, og teimum, ið dáma dansi- og pallist. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Umframt limirnirar í RIVA og Føroya Slagverks Ensemble, so eru Maibritt Marjunardóttir, Villiam Soo Joensen og Bjørn Ulvedal Simonsen eisini knýtt at verkætlanini við ábyrgd fyri ávíkavíst búna-, ljós- og pallsniðgeving. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Sýningarnar eru 29. og 30. november í Norðurlandahúsinum. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Fyri tveimum árum síðani settu tey í RIVA sær fyri at pallseta minst eina føroyska dansisýning um árið. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

Endamálið var at gera dansilistina til ein størri og meira rótfestan part av føroyska listalandslagnum, og at tryggja umboðan av føroyskari samtíðardansilist á føroyskum pallum hvørt ár. (Mynd: Tordis Vang Guttesen) 

(Mynd: Tordis Vang Guttesen) 

Er kopiera