
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimskendi sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen og dóttirin, kendi filmsleikstjórin Maria Winther Olsen, hava ment og framleitt Hoydalar saman við Kringvarpi Føroya. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
It's a dirty job, but somebody has got to do it. Hóast tú ert heimskendur sjónvarpsframleiðari, ið eitt nú hevur framleitt Eurovison Song Contest-finaluna í Keypmannahavn í 2014, so mást tú eisini vera klárur at taka fatt. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Gamli studentaskúln í Hoydølum er karmur um nýggju tónleikarøðina, ið síðani hevur tikið navn eftir staðsetingini. Anna Lovisa Mýri er ein av spírunum í Hoydølum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hoydalar er ein, eftir føroyskum mátistokki, stór framleiðsla, og nógvar hendur skulu til fyri at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Her er Jonna Fritsdóttir Mortensen frá KVF í holt við at pudra Onnu Lovisu í øllum hitanum frá mongum lampunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Nógvar lampur skulu til fyri at fáa ungu spírarnar, stjørnurnar og tónleikararnar at síggja gott út. Lampurnar geva nógvan hita, men góða dæmið hjá Hans Peturi Hansen kemur tó ikki av lampunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Umframt nógvar lampur, so skulu eisini nógv upptøkutól til fyri at skapa flotta úttrykkið í Hoydølum. Men upptøkutólini gera einki av sær sjálvum, tí tað skulu hendur til at stýra teimum. Tvær av teimum sita á Jónfinni Stenberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ein av spírunum í Hoydølum er 19 ára gamli stórsjarmørurin Filip á Smið úr Kaldbak (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað er sera umráðandi, at spírarnir í Hoydølum hava eitt stað at slappa av backstage millum upptøkurnar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Samskipan skal sanniliga eisini til, tá ein so stór framleiðsla í føroyskum høpi sum Hoydalar skal fáast av bakkastokki. Her eru tað Kristina Sundstein Borgarlíð og Karen Kristianna Gram, sum hugna sær í annars skrøppu upptøkuskránni (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Umaftur og umaftur og umaftur. Nógvar royndir skulu til fyri at fáa alt at sita, ikki minst tekstin á gomlu sangunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Bólkurin er ryggurin í Hoydølum, og hann er mannaður við nøkrum av okkara allarbestu tónleikarum, eitt nú Vár Miðberg á trummum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Gomlu sangirnir hjá Martini Joensen eru útsettir av nýggjum, og ein av tónleikaframleiðarunum, ið hevur úsett sangirnar, er Hans Poulsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ein maður, ið veit, hvat skal til, fyri at standa bæði á einum palli og framman fyri einum upptøkutóli og framføra, er Finnur Koba frá kenda bólkinum Páll Finnur Páll. Finnur starvast eisini í Kringvarpinum og hevur saman við Per Zachariassen og Mariu Winther Olsen staðið fyri at fáa sett Hoydalar í verðina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Stjørnan møtir spírunum. Grundleggjandi hugskotið við Hoydølum er at byggja brúgv millum ættarliðini við at fáa tey ungu at tulka eldri sangir hjá stjørnunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Per Zachariassen, framleiðari, vegleiðir stjørnuna, Martin Joensen, um, hvar hann skal hyggja, soleiðis at upptøkurnar til fyrsta partin skulu gerast. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Framleiðararnir, faðir og dóttir, í samrøðu á stóra settinum í Auluni í Hoydølum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Kapellmeistarin Kim hevur savnað framúrskarandi bólkin, ið spælir undir í Hoydølum. Einki Hoydalar uttan tónleikararnar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Umframt Kim Hansen og Vár Miðberg, so er Jóhannus á Rógvu Joensen við á bassinum. Her er tað 18 ára gamla Jóhanna Sámalsdóttir, ið framførir "Ró". (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ein sælur Martin Joensen líður á, meðan 13 ára gamli Bjarki Virgarsson Trondesen framførir "Spor í sandi" hjá Martini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Bjarki er í roynd og veru longu landskendur í Føroyum, tí hann hevur sungið við í jólaleikinum "Jól í Likkudali" og hevur hittað stórt við fleiri sangum úr leikinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Stjørnan vísir sítt samtykki. Martin Joensen tykist nøgdur við at hoyra sínar klassisku sangir í nýggjum og ungum hami. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Filip á Smið hevði valt at tulka tann lívliga "Trýssini" hjá Martini Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
19 ára gamli Filip er eitt lívsstykki, og tað kemur eisini fram í Hoydølum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tey ungu lurta við andakt eftir ráðum frá Martini Joensen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
17 ára gamla Emma Marcher Højgaard hevði valt at tulka størsta sangin hjá Martini Joensen "Ró", ið hevur stóran týdning fyri hana. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Síðsti spírin, 19 ára gamla Sophilia Wraae Mukisa úr Havn, hevði valt at tulka sangin "Motomani" hjá Martini Joensen, ið Vestmenn upprunaliga innspældu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sophilia trívist væl við at upptraðka, so hon er sera lívlig á pallinum. Hon stórtrívist á pallinum og framman fyri upptøkutólunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
20 ára gamla Anna Lovisa Mýri úr Klaksvík, við vøkru og sermerktu røddini, hevði valt at tulka hin inniliga "Gestur" hjá Martini Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Virðing og viðurkenning millum ættarliðini. Jóhanna Sámalsdóttir og Martin Joensen hálsfevnast so hjartaliga. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Martin Joensen í einari meira avslappaðari løtu millum upptøkurnar (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
|
|