Grønlandsútróður

Føroyar í Grønlandi (3:5)
27-12-2006

Við sær høvdu teir ikki bara allan mat og útgerð. Føroysk bátasløg úr ymsum bygdum høvdu sína egnu bygdamentan við sær.Tí gjørdust plássini hvør í sínum lagi ein lítil útgáva av Føroyum, har Drelnes og Eystnes lógu lið um lið og Sandoyggin lá eitthanagleiv frá Miðvágsvíkini.

Men hvussu livdu bygdaløgini í oyðimørkini? Hvussu var samskiftiðvið tey kæru heima?Hvussu var tað hjá eini familju, at hava eitt heim í Føroyum og eitt í Ravnoynni? Og hvørjar fyrireikingar skuldu gerast, tá partar av Føroyum skuldu flytast til Grønlands á hvørjum ári?

Samrøður eru við millum onnur Jens Eli Ellefsen, Miðvágur. Jóan Hendrik Zachariassen, Sørvágur. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Ísak B. Jacobsen og Honnu í Loft Jacobsen, Sørvágur, móðir Ísaks.

Høgni Hoydal og Bjarnheðin í Hoyvík gera sendingina.

Grønlandsútróður

Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð.

Samrøður eru við millum aðrar Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Malmberg Simonsen, Sørvágur. Karl Jespersen, Tvøroyri. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Ísak B. Jacobsen, Sørvágur. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur og Tórstein Christiansen, Skálavík.

Høgni Hoydal og Bjarnheðin i Hoyvík leggja til rættis.

- føroysk sending frá 1997
01-11-2021
- føroysk sending frá 1997
27-10-2021
Annar partur í sendingini frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
12-10-2021
Fyrri partur í sending frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
06-10-2021