- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá Danmark loysti
Tann 21. september 1992 kemur ein bólkur av høgum embætisfólki í skundi saman í Íðnaðarmálaráðnum í Keypmannahavn. Tey hava fingið boð um at gera eina politiska heildarætlan fyri at loysa ein trupulleika, sum eitur Føroyar. Bólkurin fær seinni navnið
Føroyabólkurin. Fleiri av limunum í bólkinum hava hitst áður. Hesin fundurin er endabresturin á eini langari bíðistøðu, har danska stjórnin og embætisverkið hava fyrireikað seg til, at føroyska Landsstýrið sjálvt fór at biðja um hjálp. Fundurin er samstundis byrjanin til eina ætlan, ið kemur at kosta føroyska skattgjaldaranum 2,7 milliardir krónur. Men hvør var hesin Føroyabólkurin? Hvør tók avgerðirnar? Hvussu var ætlanin sett í verk? - Og hvat vistu føroyingar? Í trimum sendingum verða hesir spurningar gjølla lýstir. Fyrsta sendingin snýr seg um tíðina frá 1990 til 1992. Sjónvarpið hevur í knøpp trý ár støðugt søkt um alment innlit í alt tilfar um Føroyar hjá donskum ráðharrastovum og í landsstýrinum. Hartil er annað tilfar savnað um tað umstrídda
bankamálið. Tilsamans hevur eydnast at fáa tilfar upp í 18 ringbind. Hetta einasta árið eru skjølini nærlisin og granskað. Tað er grundarlagið fyri, at nú ber til at staðfesta ein
stóran part av tí, sum veruliga er farið fram í tí umstrídda bankamálinum. Skjølini goyma søguna um helst tað mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá Ríkisfelagsskapinum. Høvuðsleikararnir eru teir hægstu politikararnir, embætismenninir
og bankastjórarnir í danska ríkinum. Og skjølini goyma hendingar og avgerðir, sum ongantíð hava verið í ljósmála áður.

Tá Danmark loysti
Tann 21. september 1992 kemur ein bólkur av høgum embætisfólki í skundi saman í Íðnaðarmálaráðnum í Keypmannahavn. Tey hava fingið boð um at gera eina politiska heildarætlan fyri at loysa ein trupulleika, sum eitur Føroyar. Bólkurin fær seinni navnið Føroyabólkurin. Fleiri av limunum í bólkinum hava hitst áður. Hesin fundurin er endabresturin á eini langari bíðistøðu, har danska stjórnin og embætisverkið hava fyrireikað seg til, at føroyska Landsstýrið sjálvt fór at biðja um hjálp. Fundurin er samstundis byrjanin til eina ætlan, ið kemur at kosta føroyska skattgjaldaranum 2,7 milliardir krónur. Men hvør var hesin Føroyabólkurin? Hvør tók avgerðirnar? Hvussu var ætlanin sett í verk? - Og hvat vistu føroyingar? Í trimum sendingum verða hesir spurningar gjølla lýstir.
Fyrsta sendingin snýr seg um tíðina frá 1990 til 1992. Sjónvarpið hevur í knøpp trý ár støðugt søkt um alment innlit í alt tilfar um Føroyar hjá donskum ráðharrastovum og í landsstýrinum. Hartil er annað tilfar savnað um tað umstrídda bankamálið. Tilsamans hevur eydnast at fáa tilfar upp í 18 ringbind. Hetta einasta árið eru skjølini nærlisin og granskað. Tað er grundarlagið fyri, at nú ber til at staðfesta ein stóran part av tí, sum veruliga er farið fram í tí umstrídda bankamálinum. Skjølini goyma søguna um helst tað mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá Ríkisfelagsskapinum. Høvuðsleikararnir eru teir hægstu politikararnir, embætismenninir og bankastjórarnir í danska ríkinum. Og skjølini goyma hendingar og avgerðir, sum ongantíð hava verið í ljósmála áður.

