Teistin tikin upp á turt

Teistin tikin upp á turt
Skrúvurnar á strandfaraskipinum, Teistanum, eru illa farnar. Tað sæst, eftir at skipið rendi í grótkastið í Hesti á páskum
22.04.2014 - 15:38

Beint eftir døgurða í dag fóru tey á skipasmiðjuni í Havn undir at umvæla strandfaraskipið, Teistan. Skipið hevur ligið síðan skírisdag, eftir at tað rendi upp í grótkastið í Hesti. Strandfaraskip landsins leita nú eftir eykalutum, so skipið kann verða umvælt skjótast gjørligt. Tað sæst við berum eygum, at skrúvurnar hava fingið stóran skaða. Nú verður kannað, um skaðin er meira umfatandi. Vit hava meiri um málið i Degi og viku í kvøld.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610