Atlantsflog royndi at temja journalistar

Atlantsflog royndi at temja journalistar
Síðani 2009 hevur Atlantsflog goldið Miðlahúsinum umleið tvær milliónir krónur, umframt hópin av flogferðaseðlum
09.05.2014 - 09:54

Atlantsflog hevur roynt at keypa fjølmiðlar til ikki at skriva kritiskt um felagið. Atlantsflog setti Dimmalætting sum krav, at skuldi felagið lýsa har, skuldi blaðið ikki skriva kritiskar greinar um Atlantsflog. Tað sigur fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen.

Síðan 2009 hevur Atlantsflog goldið Miðlahúsinum umleið 2 milliónir krónur, umframt hópin av flogferðaseðlum.

Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflogi, vísir aftur, at hann skal hava kravt av Dimmalætting, og seinni Miðlahúsinum, at tey geva felagnum positiva fjølmiðlaumrøðu. Magni Arge vildi ikki gera beinleiðis samrøðu við sjónvarpið.

 

Sí innslag í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770