Veðurlagsfundur í Klaksvík

Veðurlagsfundur í Klaksvík
Jesper Theilgaard, veðurfrøðingur í Danmarks Radio, verður millum fyrilestrarhaldararnar
Jesper Theilgaard, veðurfrøðingur
19.02.2016 - 19:56

Eitt av tiltøkunum á Torradøgunum í Klaksvík er ein veðurlagsfundur seinnapartin leygardagin.

Veðurverturin hjá DR, Jesper Theilgaard, fer hava fyrilestur um veðurlagsbroytingar og meta um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár.

Jesper Theilgaard er veðurfrøðingur og arbeiddi m.a. nakrar mánaðir á flogvøllinum í Vágum, men síðani 1990 hevur hann verið í starvi hjá Danmarks Radio. Jesper Theilgaard hevur skrivað bøkur og hildið nógvar fyrilestrar um veðurlag og veðurlagsbroytingar.

Veðurlagsráðstevnan í Klaksvík verður leygardagin kl. 15 í Miðhølini á Skúlatrøð. Jesper Theilgaard fer at hava fyrilestur um, hvussu veðrið kann fara at hátta sær um 20 - 30 ár, Bogi Hansen, havfrøðingur, fer at halda fyrilestur um streym-viðurskiftini kring Føroyar og veðurlagið komandi øldina, og Terji Nielsen, verkætlanar-leiðari hjá SEV, fer at greiða frá framleiðsluni av vind- og vatnorku, ið jú eisini hevur nakað við veðrið at gera.

Jesper Theilgaard var gestur hjá Boga Godtfred í Degi og Viku fríggjakvøldið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655