Úr savninum: Frá deknalestri til tungutalu 5:5

Úr savninum: Frá deknalestri til tungutalu 5:5
- føroysk røð frá 1999
20.04.2016 - 21:05

- Kjak. Við støði í teimum sendingunum, sum verið hava um tær kristnu samkomurnar í Føroyum tær farnu vikurnar, var ein kjaksending um evnið í sjónvarpinum. Við í kjakinum vóru: Bergur D. Joensen, Fólkakirkjan, Tom Skaale fyri Heimamissiónina, Justinus Eliassen, Brøðrasamkoman og Tummas Jacobsen Hvítusunnurørslan. Teir tosaðu um hvønn týdning munirnir millum samkomurnar hava, og um orsøkin til munirnar rætt og slætt er, at Bíblian er ógreið. Eisini varð tosað um hvønn týdning kristindómurin hevur fyri tað føroyska samfelagið. Er tað t.d. kristindómurin sum ger, at so fáar kvinnur eru í føroyskum politikki. Og er tað fordømingin hjá teimum kristnu samkomunum sum ger, at næstan øll tey samkyndu rýma av landinum? Lagt til rættis: Sjúrður Skaale.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283