Eitt nýtt ostaslag er borið í heim

Eitt nýtt ostaslag er borið í heim
Ein ostur úr danskari mjólk og turkaður í hjallinum hjá Guttormi í Múla er vorðin norðurlendska svarið uppá italska Parmesanostin.
29.04.2016 - 19:58

Møguleikarnir fyri ostinum úr Føroyum úti í stóru verð eru óavmarkaðir, sigur John Gynther, menningarleiðari í donsku stórfyritøkuni Arla.

Serstakur ostur

Osturin er heilt sín egin, og tað er nýggjum smakki leitað verður eftir. Til tað hevur Arla eina heila deild, sum John Gynther stendur á odda fyri. Í hesum føri ger samanrenningin millum danska mjólk og føroyska verðrið, at tvey plus tvey verða fimm, sigur John Gynther.

John Gynther samanber við skerpikjøtið, men munurin er, at ostarnir ikki eru ræstnaðir - men tornaðir, so teir kunnu samanberast við parmesan, hóast smakkurin er øðrvísi.

- Skal osturin kunna útflytast úr Føroyum, er neyðugt at fáa í lag avtalu við ES, so heilsufrøðiligar forðingar ikki verða lagdar fyri ostin á marknaðin í Evropa, sigur John Gynther.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762